Ríkisrættarmálið byrjar í dag

Ríkisrættarmálið byrjar í dag
Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharri í Danmark, er ákærd í einum máli um uppihaldsloyvi til útlendingar
Inger Støjberg verður avhoyrd 13. september.
 
02.09.2021 - 08:57

Í dag byrjar ríkisrættarmálið ímóti fyrrverandi danska ráðharranum, Inger Støjberg.

Fyrrverandi ráðharrin og fólkatingslimurin í Vinstraflokkinum er ákærd fyri at hava givið ólóglig boð um at skilja ung, sum bóðu um uppihaldsloyvi í Danmark, uttan at neyðugu metingarnar vórðu gjørdar í hvørjum einstøkum føri.

Tað er ákæruvaldið, sum fyrst skal leggja síni sjónarmið fram, og ikki fyrr enn 13. september fær Inger Støjberg orðið, tá hon verður avhoyrd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851