Nevnd skal viðgera umsóknir um hjálparráð

Nevnd skal viðgera umsóknir um hjálparráð
Hjálparráðsnevndin verður vald fyri fýra ár í senn
Heilsutrygd veitir fult ískoyti fyri hjálparráð, tá fólk verða útskrivað av sjúkrahúsi, og hava brúk fyri hjálparráðnum í meira enn mánað.
 
13.09.2021 - 08:33

Ein hjálparráðsnevnd skal setast at viðgera umsóknir um hjálparráð.

Í nevndini vera umboð fyri Heilsutrygd, Apoteksverkið og Sjúkrahúsverkið.

Harumframt velur landsstýrismaðurin í heilsumálum tvey serkøn fólk, sum hava læknafakliga útbúgving.

Hjálparráðsnevndin verður vald fyri fýra ár í senn.

Eitt uppskot um kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð er eisini gjørt.

Sambært tí veitir Heilsutrygd fult ískoyti fyri hjálparráð, tá fólk verða útskrivað av sjúkrahúsi og hava brúk fyri hjálparráðnum í meira enn mánað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819