Øði í Fraklandi um USA, Australia og Bretland

Øði í Fraklandi um USA, Australia og Bretland
Franska stjórnin hevur biðið seindiharrarnar í Australia og USA um at koma heim at umrøða støðuna.
 
18.09.2021 - 09:48

Øði er í Fraklandi um at USA, Australia og Bretland, hava gjørt eina verjuavtalu, sum hevur við sær, at Australia fer undir at byggja kjarnorkuriknar kavbátar við amerikanskari og bretskari tøkni.

Franska stjórnin hevur biðið seindiharrarnar í Australia og USA um at koma heim at umrøða støðuna.

Í 2016 gjørdu Australia og Frakland eina avtalu um at Frakland skuldi byggja kavbátar til Australia fyri 230 milliardir kr, skrivar AFP.

Nú er tann avtalan ikki galdandi longur, tí Australia hevur gjørt avtalu við USA og Bretland ístaðin.

Og av tí sama kenna fransar seg stungnar í ryggin.

Sambært New York Times, fingu fronsk embætisfólk einki at vita um avtaluna, fyrr enn beint fyri at hon varð almannakunngjørd.

Avtalan hevur eisini við sær, at Australia fer at nýta amerikanska tøkni, tá talan er um rúmdarverju.

Ein talsmaður fyri amerikansku stjórnina sigur, at tað kemur illa við, at Frakland tekur so álvarsliga avgerð. USA er sinnað at finna eina loysn, og málið verður umrøtt, tá aðalfundur verður í ST í næstu viku, sigur amerikanski talsmaðurin, skrivar Ritzau. Eisini Australia sigur tað koma óvart á, at Farkland tekur so álvarslig stig, sum at biðja sendiharran koma heim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585