Festivalar fáa í mesta lagi fimm milliónir

Festivalar fáa í mesta lagi fimm milliónir
Uppskotið um hjálparpakka til avlýstar festivalar í ár er farið til hoyringar
Festivalarnir fáa í mesta lagi 85 prosent av tí, sum er brúkt til fyrireikingar.
 
20.09.2021 - 09:35

Tað fer at kosta landinum í mesta lagi fimm milliónir krónur at geva tónleikafestivalum studning fyri festivalar, sum ikki vóru í ár. 

Tað stendur í uppskotinum, sum er sent til hoyringar.

Sambært uppskotinum verður stuðul latin at endurrinda afturgoldin atgongumerki, um festivalurin er avlýstur vegna almennu tilmælini um koronufyribyrging.

Í mesta lagi 85 prosent

Stuðulin kann í mesta lagi svara til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við at fyrireika festivalin.

Tað vil siga, at hóast festivalurin avtalurættarliga hevur skyldu at endurrinda øll atgongumerkini, so fær hann bara upp til 85 prosent av tí, sum er brúkt til fyrireikingarnar. 

Orsøkin til hesa avmarking er, at endamálið er at hjálpa festivalinum úr eini fíggjarligari kreppustøðu, ikki, at landið í veruleikanum keypir øll atgongumerkini og soleiðis gevur festivalinum eitt yvirskot, stendur í uppskotinum.

Annar stuðul mótroknaður

Fær festivalurin stuðul úr aðrari almennari stuðulsskipan, verður tann stuðulin mótroknaður. 

Hoyringarfreistin er til 1.oktober. 

Freistin at søkja um stuðul er til 1.desember.

Í fjør fingu tónleikafestivalar slakar tvær miliónir krónur úr hjálparpakka trý, sum var ætlaður listafólki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652