21 tilburðir í gjár

21 tilburðir í gjár
Nú eru 95 fólk smittað av koronu
996 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið.
 
29.09.2021 - 13:46

Í gjár vóru 21 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll eru smittað í Føroyum, og smittukeldan er kend.

996 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 95 smittað í Føroyum, og 378 eru í sóttarhaldi.

160 koppsett í gjár

Í gjár vóru 160 fólk koppsett fyri koronu. 53 fólk fingu fyrra prikið, og 107 fingu tað seinna.

Nú hava 38.109 fólk fingið fyrru koppsetingina. 36.182 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tá tey, sum eru 12 ár og eldri, eru íroknað, hava 85,1 prosent fingið fyrra prikið og 80,8 prosent tað seinna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652