Stórhøll í Havn fyri 218 mió. kr.

Stórhøll í Havn fyri 218 mió. kr.
Málið kemur fyri á býráðsfundi í dag
Tórshavnar kommuna tekur saman við handils- og vinnulívinum stig til at byggja eina altjóða stórhøll. 
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
30.09.2021 - 09:26

Tórshavnar býráð skal taka støðu til, um kommunan skal geva einum sjálvsognarfelagi tilsøgn uppá 50 prosent, ella í mesta lagi 108,9 mió. kr. uttan meirvirðisgjald í fígging til at byggja stórhøll.

Stórhøllin við Klingruna er á skránni fyri býráðsfundin í dag. 

Tórshavnar kommuna tekur saman við handils- og vinnulívinum stig til at byggja eina altjóða stórhøll. 

Høllin skal hava eina brutto gólvvídd, sum er 8.350 fermetrar, og eitt slættað lendi, sum er 23.000 fermetrar, millum annað til 650 bilar.

Kostnaðarmetingin er 217,8 mió. kr. uttan meirvirðisgjald.

2700 áskoðarar

Til hondbóltsdystir kunnu vera 2.700 áskoðarar. Til konsertir kunnu vera 4.600 fólk. 

Metta byggitíðin er 20 mánaðir.

Ætlanin er, at eitt sjálvsognarfelag skal standa fyri byggingini og eiga stórhøllina.Eitt rakstrarfelag skal reka høllina.

Uppskot hjá Anniku og Elsu fall

Á fíggjarnevndarfundi hjá býráðnum týsdagin høvdu Annika Olsen og Elsa Berg eitt uppskot, sum tó fall.

Uppskotið hjá teimum var, at kommunan byggir stórhøllina saman við ítróttarfeløgum í kommununi og privatum aktørum. 

Kommunan stuðlar byggingini við at lata lendi og gera lendisarbeiðið. 

Fíggingin til hallarbyggingina skal fáast frá privatum aktørum. Setast skal sum treyt, at kommunan fær ognarrættin og raksturin, tá høllin er liðug.

Men hetta uppskotið fall í fíggjarnevndini hjá býráðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819