Noreg fær minnilutastjórn

Noreg fær minnilutastjórn
Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin eru til reiðar at skipa stjórn
Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterflokkinum, og Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, fara nú at skipa minnilutastjórn í Noregi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
08.10.2021 - 15:54

Nú er greitt, at Arbeiðaraflokkkurin og Senterflokkurin skipa nýggja stjórn í Noregi, og talan verður um eini minnilutastjórn.

Tað boðaðu formenninir í teimum báðum flokkunum frá fyri løtu síðani. 

Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, og Trygve Slagsvold Vedum, formaður í Senterflokkinum, siga, at nýggja stjórnin verður skipað hósdagin í næstu viku.

Trygve Slagsvold Vedum sigur, at úrslitið av samráðingunum verður lagt fram mikudagin.

Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin hava seinastu dagarnar samráðst um nýggja stjórn. Sosialistiski Vinstraflokkurin var eisini við í samráðingunum, men tað varð skjótt greitt, at SV ikki fór at verða partur av samgonguni.

Av tí at talan verður um eina minnilutastjórn, verður neyðugt at fáa stuðul frá øðrum flokkum í stórtinginum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819