LUM: Setanartilgongdin var saklig

LUM: Setanartilgongdin var saklig
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um, at stjórin á Tjóðpallinum var settur aftur fyri fjórðu ferð
Jenny C. Petersen er stjóri á Tjóðpallinum. Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um, at hon varð sett aftur sum stjóri fyri fjórðu ferð. Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er, at setanartilgongdin var saklig.
 
13.10.2021 - 15:13

Tilgongdin at seta stjóra á Tjóðpall Føroya var saklig. 

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Klagan snúði seg um, hvussu Leiklistaráðið var mannað undir tilgongdini at seta stjóra á Tjóðpall Føroya, og at avgjørt var at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð.

Klagarin vísti á, at Leiklistaráðið var undirmannað í eitt heilt ár, tí einki starvsfólkaumboð varð valt í staðin fyri umboð, sum tók seg úr ráðnum. Tá so nýtt starvsfólkaumboð varð valt, var hetta umboðið ikki við til sjálva setanina vegna ógegni.

Umboðsmaðurin sigur seg ikki hava grundarlag fyri at halda, at setanartilgongdin hevði verið avgerandi øðrvísi, um starvsfólkaumboð hevði verið við undir allari tilgongdini, ella at avgerðin um stjórasetanina hevði fingið annað innihald.

Vil hava greiðari manning

Umboðsmaðurin mælir tó Uttanríkis- og mentamálaráðnum til at skipa greiðari mannagongd fyri, hvussu farast skal fram, tá limur tekur seg úr Leiklistaráðnum. Eisini skulu reglur gerast at tryggja, at alt virksemi hjá Leiklistaráðnum verður framt við atliti at armslongdarmeginregluni.

Um málið, at sami stjóri varð settur fyri fjórðu ferð, segði klagarin soleiðis:

- Orsøkin til áramálssetan er vanliga eitt ynski um at tryggja listarliga endurnýggjan, listarliga menning, og at tryggja kreativa frælsið.

Klagarin helt ikki, at siðurin at seta sama stjóra fleiri ferðir, er í samsvari við endamálið at hava áramálssettan stjóra í listarligum leiðarastarvi.

LUM tekur undir við aðalráðnum 

Uttanríkis- og mentamálaráðið vísti á, at lógarásetingin um áramálssetan ikki kann lesast sum, at stjórin ikki kann verða settur aftur. Ráðið vísti á, at skipanin eisini kann grundgevast øvugt, at stjórin skal eftirmetast á fimta hvørjum ári, um viðkomandi søkir aftur. Tá hava aðrir umsøkjarar møguleikan at søkja starvið. 

Løgtingsins umboðsmaður er samdur við aðalráðið um hetta.  Umboðsmaðurin sigur, at út frá lógartekstinum og viðmerkingunum til lógina er ikki grundarlag fyri at siga, at áramálssetanin merkir, at tað er forboðið at seta sama stjóra aftur.

Um hetta var ætlanin við áramálssetanini, skuldi tað verið ásett í lógartekstinum og/ella komið greitt fram í viðmerkingunumm, sigur Løgtingsins umboðsmaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887