Fiskimálaráðið viðger onga kæru um kvotur

Fiskimálaráðið viðger onga kæru um kvotur
Ongar nýggjar upplýsingar eru, sum gera, at málini skulu viðgerast av nýggjum, sigur ráðið.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum. Fiskimálaráðið hevur svarað feløgunum Mót og JPS Impex, at kærurnar frá teimum vera ikki viðgjjørdar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2021 - 08:38

Fiskimálaráðið fer ikki at viðgera av nýggjum umsóknirnar hjá smápartafeløgum Móti og JKS Impex um kvotur av uppsjóvarfiski í sambandi við ítøkiligt skipakeyp.

Tað svaraði ráðið feløgnum mikudagin.

Ongar nýggjar upplýsingar eru, sum gera, at málini skulu viðgerast av nýggjum, sigur ráðið.

Fiskimálaráðið svarar eisini, at avgerðirnar um kvotur kunnu ikki kærast til Fiskimálaráðið.

Fiskimálaráðið viðger tí bara umbønirnar um uppafturtøku.

Partshoyring ikki neyðug

Viðvíkjandi partshoyring sigur Fiskimálaráðið, at hon var ikki neyðug, tí allar upplýsingar frá feløgunum áttu at verið í umsóknum teirra.

Bæði Mót og JKS Impex hava sagt, at tey fara at krevja endurgjald frá Fiskimálaráðnum, verða umbønirnar um uppafturtøku sýttar.

Fiskimálaráðið hevur eisini fingið umbøn um uppafturtøku frá smápartafeløgunum Faroe Marine Ingredients, North Atlantic Seafood og Ornanesi og frá íverksetarafelagnum 08.02.2021.

Avgerð er ikki tikin í hesum málunum enn.

Smápartafeløgini Ango og Gráastein fingu kvoturnar, sum Fiskimálaráðið læt í sambandi ítøkiligt skipakeyp. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652