Bústaðir: Tveir stýrislimir taka frástøðu frá formanninum

Bústaðir: Tveir stýrislimir taka frástøðu frá formanninum
Emmy Joensen og Una Joensen siga, at arbeiðshátturin hjá stýrisformanninum er ábyrgdarleysur og brýtur niður
Stýrið fyri Bústaðir. Uttast til høgru á myndini eru Emmy Joensen og Una Joensen.
 
20.10.2021 - 16:01

Emmy Joensen og Una Joensen, tveir av stýrislimunum í Bústøðum, hava júst sent út hvassorðað tíðindaskriv, har tær taka frástøðu frá sjónarmiðum, sum stýrisformaðurin, Regin Hammer, hevur ført fram.

Tær siga millum annað, at tær harmast ta herferð og tann sálarliga ágang, sum formaðurin í løtuni koyrir ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum.

Tær vísa á, at við síni skriving og útsøgnum vísir formaðurin, at hann ikki hevur álit á stjóranum og starvsfólkunum.

Hava ongantíð havt gjaldføristrupulleikar

Emmy Joensen og Una Joensen skriva:

- Tá ið formaðurin sigur at “Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldsføristrupulleikum úti í sjónarringinum” er hetta ikki rætt. Bústaðir hava ongantíð havt gjaldsføristrupulleikar, og einki grundarlag er fyri páhaldinum um, at Bústaðir í framtíðini fara at hava gjaldføristrupulleikar.

At enda skriva tær:

- Vit halda, at verandi arbeiðsháttur hjá formanninum er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi og má broytast, um Bústaðir aftur skulu arbeiða professionelt og konstruktivt. Soleiðis ber ikki til at arbeiða - hvørki í einum almennum grunni ella einum partafelagi. Tað er okkara vón, at stýrið fyri Bústaðir aftur verður virkisført.

Sí alt skrivið frá Emmy Joensen og Unu Joensen her

Emmy Joensen og Una Joensen siga í skrivinum, at arbeiðshátturin hjá Regini Hammer, stýrisformanni, er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi, og má broytast.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652