Politiið: Innkomuvegurin er kommunalur

Politiið: Innkomuvegurin er kommunalur
Danskar kunngerðir verða brúktar, tá vegskelti verða sett upp
Politiið fatar málið soleiðis, at talan er um kommunalan veg, og tí Tórshavnar kommuna vegarmyndugleikin.
 
21.10.2021 - 09:24

Ongar føroyskar kunngerðir eru um vegskelti.

Tí verða tvær danskar kunngerðir brúktar at miða seg eftir í Føroyum, tá vegskelti verða sett upp.

Heimildin er tó ikki í hesum kunngerðum, tá tær eru ikki galdandi fyri Føroyar.

Men tær verða brúktar her sum fyrimynd, tí ongar føroyskar kunngerðir eru.

Kommunalur vegur

Tað sigur politiið í skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum í sambandi við innkomuvegin í Havn.

Politiið fatar málið soleiðis, at talan er um kommunalan veg. Tórshavnar kommuna er tí vegarmyndugleikin.

Landsstýrið kann ikki við ferðslulógini, soleiðis sum hon nú er orðað, í hondini strika avgerðir um skelti við innkomuvegin, sum vegarmyndugleikin hevur tikið saman við politinum, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, við Fíggjarnevndina.

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, hevur skrivað til fíggjarnevndina um innkomuvegin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010