FSF útsetir dystir hjá B36

FSF útsetir dystir hjá B36
Tveir teir seinastu, og rættiliga avgerandi, dystirnir hjá B36 í landskappingini móti Víkingi og NSÍ verða spældi í november, sigur FSF
Endaliga støðan í FM í bestu fótbóltsdeildini við monnum verður ikki greið fyrr enn 7. november
Mynd: Savnsmynd  
 
25.10.2021 - 17:39

B36 heitti í dag á FSF um at útseta seinastu landskappingardystirnar, nú seks spælarar eru í sóttarhaldi, tí koronasmittan varð staðfest í B36-hópinum í gjár.

FSF hevur gingið áheitanini hjá B36 á møti. 

Tað merkir, at avgerandi dystirnir um gylta fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, verða spældir í november. 

Útsetti dysturin millum B36 og Víking verður spældur í Gundadali  í Havn 4. november, og dysturin millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík verður spældur 7. november. 

Róin Schrøder, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, sigur við útvarpið, at koronareglurnar tilskila, at um tríggir ella fleiri spælarar sita í sóttarhaldi vegna koronu, so hevur liðið rætt til at fáa dystir útsettar.

 

Spælari fingið koronu

Dysturin hjá B36 móti Víkingi varð útsettur í gjár, tí ein spælari fekk staðfest koronu stuttan undan dystarbyrjan. 

B36-spælarin, sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur ikki smittað nakran annan spælara í B36-hópinum, skrivar B36.

Smittaði spælarin hevur vant við liðnum dagarnar upp undir dystin, og tí vóru hinir spælararnir, og fólk kring hópin, alt fyri eitt kannaðir fyri koronu. Og nú er staðfest, at eingin annar B36-spælari er smittaður. 

Men av tí, at seks spælarar í B36-hópinum ikki eru koppsettir, skulu hesir sita 10 dagar í sóttarhaldi, og tað sóttarhaldið endar hósdagin, 4. november - sama dag, sum dysturin móti Víkingi skal spælast.  

Sostatt endaliga støðan í landskappingini verður greið í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010