Smittutølini ávirka fólkakirkjuna

Smittutølini ávirka fólkakirkjuna
Mælt verður nú til at doypa børn uttan fyri vanliga kirkjutíð, og at avlýsa sunnudagsskúlar, sum eru í kirkjum og kirkjuhúsum í kirkjutíð
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
25.10.2021 - 08:40

Mælt verður nú til at doypa børn uttan fyri vanliga kirkjutíð.

Eisini fólkakirkjan hevur gjørt leiðreglur, nú korona av álvara ger um seg aftur.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan.

Serliga børn og ung eru smittað, so tað krevst at vera sera varin, tá barnadópur er.

So fá fólk sum gjørligt eiga at vera í kirkjuskipinum, tá børn verða doypt.

Tað, sum eftir er av oktober, og allan november verður mælt til at doypa børn uttan fyri vanliga kirkjutíð.

 

Avlýsa sunndagsskúlar í kirkjum

Í kirkjum ella kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli er í kirkjutíð, verður mælt til, at hann verður avlýstur.

Sóknarpresturin í einum øki, har sum smittan er stór, kann ráðføra seg við leiðsluna, sum so tosar við læknafrøðiliga myndugleikan. 

Er støðan hóttandi, kann leiðslan mæla til, at gudstænastan verður avlýst.

Yvirskipað heldur leiðslan í fólkakirkjuni tað vera ráðiligt, at gudstænasturnar verða hildnar við tí varsemi og teimum serligu atlitum, sum vit kenna, tey eru til dømis frástøða og reinføri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887