Skipa stjórn í Íslandi hálvan november

Skipa stjórn í Íslandi hálvan november
Stjórnarflokkarnir varðveittu meirilutan á altingsvalinum, og tí halda somu flokkar fram í nýggju stjórnini
Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, á tíðindafundi saman við øðrum norðurlendskum stjórnarleiðarum í Keypmannahavn í dag. Nógv bendir á, at hon heldur fram sum forsætisráðharri í Íslandi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
03.11.2021 - 15:43

Samráðingarnar um at skipa stjórn í Íslandi halda fram fríggjadagin, tá ið formenninir fyri Vinstragrøna flokkin  og Framsóknarflokkin eru komnir aftur til Íslands av norðurlandaráðsfundinum í Keypmannahavn.

Samráðingarnar eru komnar so langt, at bara býtið av málsøkjum er eftir.

Og gongst sum ætlað, kann nýggj stjórn gerast veruleiki hálvan november.

Varðveittu meirilutan

Stjórnarflokkarnir varðveittu meirilutan á altingsvalinum herfyri. 

Tí verður hildið, at arbeiðið við fíggjarlógini fyri næsta ár er komið langt, og tí gongur ikki long tíð, til nýggj stjórn er skipað og nýggj tingseta kann byrja.

Tá ið samgonguskjalið er liðugt og ráðharrasessirnir býttir, verður samgonguskjalið lagt fyri formenn og floksleiðslu í øllum tingflokkunum

Síðani verður tíðindafundur hildin, har nýggja stjórnin alment verður kunngjørd, skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585