Tíðindafundur um koronustøðuna klokkan 15

bannari
Tíðindafundur um koronustøðuna klokkan 15
Koronustøðan í landinum ger nú, at myndugleikarnir kalla inn til tíðindafund klokkan 15. Løgmaður, fútin og landslæknin luttaka
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur kallað inn til tíðindafund um koronustøðuna í landinum klokkan 15
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2021 - 11:59

Klokkan 15 í dag verður tíðindafundur um koronustøðuna. 

Tað er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ið hevur kallað inn til tíðindafundin, har Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, eisini luttaka. 

Tíðindafundurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum. 

 

Smittan tekur aftur dik á seg

Tað er stóra koronuútbrotið, sum er orsøkin til, at løgmaður kallar inn til tíðindafund. 

Seinastu dagarnar hevur talið av smittaðum aftur verið vaksandi.

Í løtuni eru 757 fólk smittað í Føroyum, og bara í gjár vóru 85 nýggir smittutilburðir. 

Sí koronuhagtølini her.

 

Tilmæli í gjár

Í gjár boðaði landsstýrið frá, at avmarkingar vórðu settar í verk, fyri at tálma smittutrýstinum.

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.
  • Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.
  • Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg.
  • Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur.
  • Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu.
  • Koronalinjan letur upp aftur í morgin.

Tilmælini eru galdandi í tíggju dagar. Frá í dag til og við fríggjadagin tann 12. november, boðaði løgmaður frá í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010