Meiriluti í fíggjarnevndini vil gerast óheftur av blokkinum

Meiriluti í fíggjarnevndini vil gerast óheftur av blokkinum
Føroyski búskapurin skal gerast sjálvberandi, so vit sum frá líður gerast óheft av ríkisveitingini, sigur meirilutin av fíggjarnevndini
Meiriluti er ikki í løgtinginum fyri at taka av ríkisveitingina nú. Bara Tjóðveldi og Framsókn vilja tað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2021 - 07:09

Meiriluti er ikki í løgtinginum fyri at taka av ríkisveitingina nú.

Bara Tjóðveldi og Framsókn vilja tað.

Tað sæst í álitinum hjá Fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá Tjóðveldi um, at ríkisveitingin úr Danmark, sum nú er 641,8 mió. kr., minkar góðar 90 mió. kr. um árið til einki er eftir í 2030.

 

Blokkurin er 10,2 prosent av inntøkunum

Meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at í 2022 verður blokkurin 10,2 prosent av inntøkum landskassans.

Meirilutin ásannar tó, at almenni føroyski búskapurin skal vera sjálvberandi, so vit sum frá líður gerast óheft av ríkisveitingini. 

Men sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi missir landskassin góðar 90 milliónir um árið, uttan at nakað verður sett í staðin fyri, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. 

Framsókn tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi.

Men flokkurin er eisini sinnaður fyri, at ríkisveitingin verður skerd í eitt longri áramál enn Tjóðveldi skjýtur upp, um tað krevst fyri at fáa politiska undirtøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819