- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast aftur í morgin
11.11.2021 - 09:31
Aktuelt›Samfelag
Samráðast aftur í morgin
Samráðingarnar við Starvsfelagið ganga væl, sigur leiðarin á Lønardeildini

Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, letur væl at samráðingunum við Starvsfelagið.
Fyrrapartin í morgin verður aftur samráðingarfundur millum Starvsfelagið og Lønardeildina.
Sáttmálin millum partarnar var galdandi til 1.oktober.
Starvsfelagið segði sáttmálan upp.
- Samráðingarnar ganga væl og eru sakligar, sigur Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Lønardeildin hevur ikki enn gjørt nýggjar sáttmálar við nøkur feløg, sum høvdu sáttmálar til 1.oktober í fjør.
Talan er um ergoterapeutar og fysioterapeutar, sum samráðast saman, Kost og føðslufelagið og ljósmøður.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV