Føroyar punkteraðu danska málmetið

Føroyar punkteraðu danska málmetið
Allar Føroyar og allir føroyingarnir í Parkini vóru á gosi, tá Klæmint Andrasson Olsen skoraði fyrsta málið móti sterka danska landsliðnum í hesi HM-undankappingini
Føroysku áskoðararnir og leikararnir vóru á gosi, tá tað eydnaðist Klæminti A. Olsen at skora móti Danmark
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
12.11.2021 - 22:09

Mong vóru tey, ið hildu, at møguleikin hjá føroysku leikarunum at spæla Danmark eitt puss í Parkini var farin, tá Klæmint Andrasson Olsen í 88. minutti stútaði framúrskarandi innleggið frá Jákupi B. Andreassen úr vinstru beint á Kasper Schmeichel. 

Har fór møguleikin hjá undirtippaða føroyska landsliðnum at punktera danska málmetið, tí einki mál var enn skorað móti Danmark undan dystinum móti Føroyum. 

Men føroysku leikararnir vildu tað øðrvísi.

Tá bóltur minuttin seinni enn einaferð endaði hjá Jákupi B. Andreassen, hesaferð í høgru síðu, gjørdi vælleikandi klaksvíkingurin akkurát tað sama einaferð afturat, og skrúvaði eitt framúrskarandi innlegg beint í høvdið á Klæminti Andrasson Olsen, sum hesuferð beindi bóltin hegnisliga framvið Kasperi Schmeichel í danska málinum. 

Brádliga áttu teir 2000 hvítu føroyingarnir Parkina, ið var á gosi. Hinvegin var Kasper Schmeichel um at fara í luftina av øði av danska verjuspælinum. 

Donsku leikararnir tóktust eitt sindur fjálturstungnir næstu løtuna, og nógv vónaðu, at føroysku leikararnir kundi gera enn ein vørr og fáa ein málmøguleika afturat. 

Tíverri endaði bólturin hjá kanska besta danski leikaranum í løtuni, Joakim Mæhle, á vinstra bakki. Tá eingin føroyskur leikari gjørdi sær dælt av møguleikanum at steðga Mæhle á lógligan ella ólógligan hátt, streyk hann ígjøgnum og loppaði bóltin sera hegnisliga upp um Teit Gestsson í málinum til endaliga úrslitið 3-1 til Danmark. 

 

Kloddamál

Danmark skoraði annars eitt kloddamál í fyrra hálvleiki og eitt í seinna, sum føroysku leikararnar uttan iva iðra seg um. Tað fyrra skoraði Andreas Skov Olsen í 18. minutti, og hitt gjørdi Jacob Bruun Larsen 63. minutti. 

Danmark - Føroyar

Frítekst tagging: 

Annars var ikki neyðugt hjá Teiti Gestssyni at gera eina bjarging, nakað sum er rættiliga óvanligt, tá hann spælir á landsliðnum.  

Hinvegin høvdu føroysku leikararnir ikki eitt skot upp á málið í fyrra hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn Klæmint Andrasson Olsen stútaði bóltin beint á Schmeichel tveir minuttir fyri leiklok, at Føroyar fekk skrásett sína fyrstu málroynd.  

Danmark - Føroyar

Frítekst tagging: 

Føroyar høvdu annars góðar løtur í fyrra hálvleiki, men tann síðsti og avgerandi bólturin manglaði. 

Avrikið hjá Føroyum var góðkent, tí mong vóru tey, ið óttastu eitt ordiligt skrædl, men tað kom ongantíð, og føroysku leikararnir kundu fara av vøllinum við høvdinum høgum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628