Tingið viðger eykajáttan til farsóttartilbúgving

Tingið viðger eykajáttan til farsóttartilbúgving
Tingfundur verður klokkan 13
Landsstýrið biður eisini um tvær milliónir kr. aftrat til at kanna ferðandi.
Mynd: Savnsmynd  
 
18.11.2021 - 11:08

Løgtingið fer seinnapartin at viðgera uppskotið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um eykajáttan til farsóttartilbúgving. 

Landsstýrismaðurin sigur, at av tí at koronusmittan er vaksin, er neyðugt at styrkja tilbúgvingina við fimm milliónum krónum. Eisini verður biðið um tvær milliónir kr. til at kanna ferðandi til Føroya. 

Tingið fer eisini at atvøða um eitt uppskot frá landsstýrinum at gera Føroya Kærustovn sum sjálvstøðugan og óheftan myndugleika. Samstundis skulu tær 11 kærunevndirnar takast av eftir tveimum árum.

Eisini fyri dómsvaldið

Uppskotið hevur verið til viðgerðar í rættarnevndini, og meirilutin í nevndini, samgonguflokkarnir, skjýtur upp, at mál, sum eru avgreidd í kæruskipanini, eisini kunnu leggjast fyri dómsvaldið.

Annika Olsen í Fólkaflokkinum hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Magnus Rasmussen, landsstýrismann, um útboð av stórhøll, sum skal svarast í tinginum. Hon spyr, um tað ber til hjá einari kommunu at seta 100 milliónir kr. í eina verkætlan, uttan at hon verður boðin út.

Tingið fer á fundinum í dag at atkvøða, um fyrispurningurin skal svarast.

Tingfundurin í dag verður klokkan 13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585