Uppskotið um eykajáttan fyri løgtingið í dag

Uppskotið um eykajáttan fyri løgtingið í dag
Eykajáttanaruppskotið hjá landsstýrinum hevur góðar 108 milliónir krónur í halli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.11.2021 - 07:04

Seinnapartin í dag fer løgtingið at atkvøða um uppskotini um eykajáttanarlógir hjá landsstýrinum og hjá Tjóðveldi.

Uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttan hevur góðar 108 milliónir kr. í halli.

Við broytingunum, sum meirilutin í Fíggjarnevndini mælir til at gera, minkar hallið niður í góðar 100 milliónir kr. 

 

Andstøðan mælir frá

Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini, allir uttan Sjálvstýri, taka ikki undir við uppskotinum og mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga, at landsstýrið hevur mist tamarhaldið á figgjarstýringini, og tað, sum fer fram í løtuni, er fíggjarligt ábyrgdarloysi.

 

Ein triðing meira í neyðhjálp

Tjóðveldi mælir í sínum uppskoti til, at Føroyar lata ein triðing meira til menningarsamstarv og neyðhjálp.

Flokkurin hevur uppskot um at lata tríggjar milliónir afturat í ár til menningarsamstarv og neyðhjálp, so játtanin fer úr níggju milliónum upp í 12 milliónir.

Hetta er ein útreiðsluneutral hækking, tí sambært Tjóðveldi leypa tríggjar milliónir av á játtanini til ES-granskingarskrá. 

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2022 eru eisini níggju milliónir krónur til neyðhjálp og menningarsamstarv.

Tjóðveldi heldur, at hetta talið skal upp í 12 milliónir. 

 

ST mælir til 0,7 prosent

ST mælir til, at lond lata 0,7 prosent av bruttotjóðarinntøkuni til menningarsamstarv og neyðhjálp.

Tjóðveldi fær undirtøku frá Javnaðarflokkinum og Framsókn, men ikki frá samgonguni og Sjálvstýrinum.

Tey halda, at ein økt játtan til neyðhjálp og menningarsamstarv skal vera í fíggjarlógini og ikki sum eitt eykajáttanaruppskot við ársenda.

Tingfundurin í dag er kl. 13.00.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584