Ísland: Nýggja stjórnin verður kunngjørd fyrsta dagin

Ísland: Nýggja stjórnin verður kunngjørd fyrsta dagin
Ráðharrabýtið er tað seinasta, sum verður avgreitt, sigur Katrín Jakobsdóttir, virkandi forsætisráðharri
Katrin Jakobsdóttir, virkandi forsætisráðharri, og Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálvstæðisflokkinum.
 
24.11.2021 - 09:54

Formenninir í stjórnarflokkunum í Íslandi siga, at nýggja stjórnin verður kunngjørd fyrsta dagin.

- Vit skulu manna stjórnina, gera uppskot um fíggjarlóg og semjast um samgonguskjalið, sum leggjast fyri floksleiðsluna. Alt hetta gera vit næstu dagarnar, sigur Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálvstæðisflokkinum.

Tað er ikki greitt, hvussu ráðharrasessirnir verða býttir, og Katrin Jakobsdóttir, virkandi forsætisráðharri, sigur, at tað verður tað síðsta, sum verður avgreitt.

Sigurður Ingi Jóhannsson, formaður í Framsóknarflokkinum, hevði ilt við at svara, tá hann varð spurdur, um hann hevur fingið síni krøv við í samgonguskjalið. 

- Tað er góð javnvág í okkara arbeiði, og nú skulu vit bara fáa tað avgreitt og leggja tað fyri floksleiðsluna, segði Sigurður Ingi Jóhannsson við íslendska kringvarpið í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887