Atkvøða aftur um nýggjan forsætisráðharra í Svøríki

Atkvøða aftur um nýggjan forsætisráðharra í Svøríki
Magdalena Andersson legði mikudagin frá sær sum forsætisráðharri, bert sjey tímar eftir at hon var vald
Magdalena Andersson var bara forsætisráðharri í sjey tímar. Mánadagin verður aftur atkvøtt um hana sum nýggjan stjórnarleiðara.
Mynd: RitzauScanpix  
 
26.11.2021 - 10:11

Mánadagin fer svenski ríkisdagurin aftur at atkvøða, um Magdalena Andersson úr sosialdemokratiska flokkinum skal vera forsætisráðharri í landinum.

Tað sigur formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, sambært Ritzau.

Magdalena Andersson legði mikudagin frá sær sum forsætisráðharri, bert sjey tímar eftir at hon var vald.

Tað kom av, at hin stjórnarflokkurin, Umhvørvisflokkurin, tók seg burtur úr samstarvinum. Tað gjørdi flokkurin fyri at mótmæla, at borgarliga andstøðan hevði fingið ov nógv ígjøgnum í uppskotinum um fíggjarlóg.

Nú tosar Magdalena Andersson um, at svenski Javnaðarflokkurin fer at skipa stjórn einsamallur, um hon fær undirtøku í ríkisdegnum mánadagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851