Landskassin fær 257,4 mió. kr. í vinningsbýti frá BankNordik næstu árini

Landskassin fær 257,4 mió. kr. í vinningsbýti frá BankNordik næstu árini
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, tingmanni, um inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021
Høvuðssætið hjá BankNordik í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.11.2021 - 09:43

Landskassin fær 257,4 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik í ár, næsta ár og í 2023.

Landsins partur av vinningsbýtinum 2019 skuldi vera 22,5 mió. kr.

Men korona gjørdi, at einki vinningsbýti var latið fyri 2019. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, tingmanni, sum spurdi um inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022. 

Øll makrelkvotan ikki fiskað

Jørgen Niclasen sigur eisini, at inntøkurnar av veiðigjøldum verða inntøkuførdar tað árið, kvoturnar eru fiskaðar.

Ikki er roknað við, at øll makrelkvotan verður fiskað í ár. 

Landskassin kostar 2,8 prosent, 310 mió. kr., meira at reka næsta ár enn í ár sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819