Handverksmeistarar: Lurtað verður ikki eftir elinnleggjarum

Handverksmeistarar: Lurtað verður ikki eftir elinnleggjarum
Tað er ótrygt, at fólk bara kunnu fáast við elinnleggingar viðhvørt, sigur felagið
Ov lítið verður lurtað eftir teimum, sum fáast við elinnlegging burturav, sigur Handverksmeistarafelagið.
Mynd: (Savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2021 - 08:37

Ov lítið verður lurtað eftir teimum, sum fáast við elinnlegging burturav.

Tað sigur Føroya handverksmeistarafelag, sum hevur viðgjørt seks uppskot um kunngerðir, sum byggja á nýggju elinleggingarlógina.

Yvirskipað harmast felagið um, at ikki í nóg stóran mun verður lurtað eftir teimum, sum hava elinnlegging sum sítt virksemi.

Løggilding sum hjávinna

Tað er stórt spell at síggja, at landsstýrið heldur fast um, at frítíðarløggildingar skulu vera, sigur Handverksmeistarafelagið. 

Tað er ótrygt, at fólk bara kunnu fáast við elinnleggingar viðhvørt, sigur felagið.

Hjávinnuløggildingar, sum landsstýrið kallar tær, krevja eisini nógv eftirlit hjá Elnevndini, so hon fer at kosta meira.  

Handverksmeistarafelagið heldur eisini, at elinnleggjarar, sum ikki eru útlærdir elektrikarar, skulu vera í læru í minsta lagi í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652