Lántakarar kunnu fáa minni rentustuðul

Lántakarar kunnu fáa minni rentustuðul
Rentustuðulin minkar, um lántakari hevur havt rentuvinning av láninum
Tey, sum hava realkredittlán, kunnu fáa minni rentustuðul, tað sum eftir er av árinum.
 
10.12.2021 - 14:44

Tey, sum hava realkredittlán, kunnu fáa minni í rentustuðli við ársenda.

Tað boðar TAKS frá á heimasíðuni.

Í november og desember kunnu tey, sum hava realkredittlán, fáa minni í rentustuðli til bústaðarlán og lestrarlán, um tey hava havt rentuvinning av hesum lánum. Hetta hevur samband við lógarbroyting, sum ásetir, at rentuvinningur skal mótroknast í útrokningargrundarlagnum.

Afturfyri er hann vorðin skattafríur.

Sett í verk nú

Broytingin hevur verið í gildi síðan 7. mai 2021, men er ikki sett í verk fyrr enn nú.

Sambært TAKS  síggja realkredittlántakarar hendan mánaðin, at rentustuðulin minkar. Hetta verður vunnið innaftur við skattafría rentuvinninginum, og samanumtikið ávirkar broytingin tískil einki.

Uttan tað, at tey, sum hava realkredittlán, nú hava minni stríð av sjálvuppgávuni, tí tey sleppa undan at hugsa um at geva rentuvinningin upp í skatti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652