Tunlarnir goldnir: Fáa ikki ferðastuðul longur

Tunlarnir goldnir: Fáa ikki ferðastuðul longur
Tað kostar seks milliónir kr. at viðlíkahalda Norðoyatunnilin og fýra milliónir at viðlíkahalda Vágatunnilin um árið
Bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin er goldnir, men teir skulu brúka tøka peningin fyrst, áðrenn landskassin fer at gjalda viðlíkahaldið av tunlunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.12.2021 - 16:26

Tað verður ókeypis hjá fólki at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum, tí báðir eru liðugt goldnir.

Tað hevur samstundis við sær, at fólk ikki longur fáa ferðastuðul at koyra í tunlunum. Stuðulin hevur verið átta kr. hvønn vegin.

Tað kostar umleið seks milliónir kr. at viðlíkahalda Norðoyatunnilin og umleið fýra milliónir kr. at viðlíkahalda Vágatunnilin um árið.

Spara fýra milliónir

Tá fólk ikki longur fáa ferðaavgjald í tunlunum, sparir landskassin umleið tvær milliónir kr. fyri at koyra í tunlunum, ella fýra milliónir kr. tilsamans.

Feløgini, pf. Vágatunnilin og pf. Norðoyatunnilin, eiga nakað av peningi, og feløgini skulu nýta tøka peningin, áðrenn landskassin játtar feløgunum pening til viðlíkahald, upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann almannakunngjørdi samferðsluætlanina í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851