Noreg heimsmeistari í hondbólti

Noreg heimsmeistari í hondbólti
Kvinnulandsliðið hjá Noregi í hondbólti vann í gjárkvøldið HM-kappingina, tá norsku kvinnurnar vunnu 29-22 á Fraklandi
Fegnar norskar hondbótskvinnur við steypinum, ið tær vunnu fyri at gerast heimsmeistari
Mynd: Pau Barrena/AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.12.2021 - 07:42

Kvinnulandsliðið hjá Noregi í hondbólti vann í gjárkvøldið HM-kappiningina. 

Tær vunnu sannførandi 29 - 22 á Fraklandi, - men í hálvleikinum var Frakland á odda 16 - 10.

Tá ið gull, silvur og bronsu-heiðursmerkini skuldu handast, gekk ikki alt eftir ætlan. 

Forsetin í altjóða hondbóltssambandinum, Hassan Moustafa, helt røðu og takkaði øllum, sum høvdu hjálpt til at skipa HM-kappingina. 

Men í taluni segði Moustafa, at Danmark vann silvur, og at Frakland vann bronsu, og tað var ikki rætt. 

Frakland vann sjálvandi silvur og Danmark bronsu. 

Roynt var í skjótari vending at fáa Moustafa at rættað mistakið, men hann skilti ikki boðini.

Hetta fall ikki í góða jørð hjá franska leikaranum, Beatrice Edwige, sum tosaði við fjølmiðlar eftir handanina.

"Tað er vantandi virðing fyri Fraklandi. Hvat annað kann eg siga? Tað er ikki vanligt, at hondbóltsforsetin ikki veit, hvør er nummar tvey, beint eftir at finalan er spæld. Hetta er vantandi virðing fyri Frakalandi," segði hon við fjølmiðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819