Sámal Petur einki hoyrt frá Bárði

Sámal Petur einki hoyrt frá Bárði
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur ikki sett seg í samband við Sjálvstýri og bjóðað flokkinum at koma við í samgonguna enn, sigur Sámal Petur í Grund, formaður
Nýggi formaðurin í Sjálvstýri hevur einki hoyrt frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni
 
27.12.2021 - 12:29

Tað var tollaksmessudag, at Sámal Petur í Grund, nýggjur formaður í Sjálvstýri, í Degi og Viku fríggjaði til Bárð á Steig Nilsen, løgmann.

20211223_SJALVSTYRID


Við útvarpið sigur Sámal Petur í Grund í dag, at hann einki hevur hoyrt frá hvørki løgmanni ella formonnunum í hinum samgonguflokkunum.

Hann sigur tó, at hann ikki hevði væntað at hoyrt nakað fyrr enn eftir fundin millum teir tríggjar floksformenninar klokkan eitt í morgin, tí at løgmaður allatíðina hevur sagt, at teir tríggir floksformenninir skulu tosa saman fyrst.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil ikki gera bandaða samrøðu, men hann sigur í stuttari viðmerking í dag, at tað týdningarmesta hjá honum er at finna út av, um teir framvegis hava eina samgongu ella ikki.

 

Samgongan og Sjálvstýri gott samstarv

Spurdur um hann er sinnaður at taka Sjálvstýri við í eina møguliga samgongu, sigur Jenis av Rana, at samgongan alt hetta samgongutíðarskeiðið hevur havt gott samstarv við Sjálvstýri, og teir í Miðflokkinum tí einki hava ímóti um Sjálvstýri kemur við. Meira vil hann ikki siga. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vil ikki gera nakra viðmerking til málið, fyrr enn hann hevur havt fundin við hinar floksformenninar í samgonguni.

Tað hevur ikki eydnast okkum í dag at fáa fatur í Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010