Roykja foreldrini, so er vandi fyri, at børnini eisini fara at roykja

Roykja foreldrini, so er vandi fyri, at børnini eisini fara at roykja
Nýggj kanning hjá bretsku stjórnini vísir, at tað eru fýra ferðir so stór sannlíkindi fyri, at børn, ið hava foreldur, sum roykja, sjálv byrja at roykja
 
28.12.2021 - 09:25

Børn hjá foreldrum, sum roykja, hava fýra ferðir so stór sannlíkindi fyri at byrja at roykja sum børn hjá foreldrum, sum ikki roykja.

Tað vísir nýggj kanning hjá bretsku stjórnini.

Bretska stjórnin er farin undir eitt átak fyri at minka um talið av fólkum, sum roykja.

Sambært átakinum, sum eitur Better Health Smoking Free, fara 4,9 prosent av tannáringum at roykja, um teir hava foreldur, sum eisini roykja, meðan bert 1,2 prosent av tannáringum byrja at roykja, um foreldrini ikki roykja.

Bretski heilsumálaráðharrin, Maggie Throup, vónar, at nýggju kanningarúrslitini kunnu eggja foreldrum til at leggja sigarettirnar frá sær, tí at kanningin vísir eitt greitt samband millum ættarliðini, og hvør byrjar at roykja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819