Vágs kommuna endurfíggjar alla skuldina við hópfígging

Vágs kommuna endurfíggjar alla skuldina við hópfígging
Frammanundan er Pálshøll í Vági hópfíggjað. Hetta er ein win-win-støða, heldur borgarstjórin
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.
 
14.01.2022 - 13:26

Vágs kommuna bjóðar aftur sínum borgarum at læna kommununi pening gjøgnum Flexfunding, ella hópfígging. 

Fyri trimum árum síðani fekk Vágs kommuna boð frá Fíggjarmálaráðnum, at Pálshøll kundi ikki vera uttan fyri roknskapin hjá kommunnuni í einum sjálvsognarstovni, tí tað var kommunan sum fíggjaði Pálshøll.

Og loysnin hjá táverandi býráði var at fíggja tær 29 milliónirnar hjá borgarum og vinnulívi.

Pálshøll er eisini hópfíggjað.

 

Hópfíggja alt

Nú bjóðar kommunan alla sína skuld - tilsamans 46 milliónir krónur - út sum hópfígging, og tað verður skipað sum ein uppboðssøla.

Tað er ein win-win støða fyri borgaran, sum annars møguliga skal rinda negativa rentu í bankanum, skriva borgarstjórin og Suðuroyar Sparikassi í tíðindskrivi til miðlarnar í dag. 

Lánið hjá kommununi er í løtuni fíggjað í Suðuroyar Sparikassa og BankNordik. Rentan er 0,6 prosent, og ætlanin er at endurfíggjað lánið við flexfunding, har útlánari - tað er borgarin - fær 0,45 prosent í rentu.

Restina fær Flexfunding - tað er Suðuroyar Sparikassi - í ómaksgjaldi fyri at umsita Flexfunding.

Hoyr Bjarna Johansen, borgarstjóra í Vágs kommunu:

1502492

 

Borgarin kann vinna pening á hendan hátt, heldur enn at rinda negativa rentu, sigur borgarstjórin:

1502497

 

Tey, ið læntu kommununi pening gjøgnum hópfígging fyri trimum árum síðani, fáa peningin aftur við 0,45 prosentum rentu, nú skuldin hjá kommununi verður endurfíggjað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584