Vágs kommuna ætlar at hópfíggja 46 mió. kr. í láni

14.01.2022 - 09:34
AktueltSamfelag
Vágs kommuna ætlar at hópfíggja 46 mió. kr. í láni
Suðuroyar Sparikassi letur upp fyri hópfíggingini klokkan 11
Fyri trimum árum síðani var Vágs kommuna eisini á hópfíggingarpallinum, og tá fekst neyðug fígging eftir 14 døgum.
 

Vágs kommuna biður nú um 46 milliónir krónur í láni á Flexfunding, tí kommunuskuldin skal umfíggjast.

Lánið er eitt sokallað standandi lán, avdráttarfrítt í trý ár, við árligari fastari rentu, sum er 0,60 prosent.

- Hópfígging av kommunuskuldini gevur borgarunum møguleika at stuðla lokalt og samstundis fáa ein vinning í samansparingini, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.

 

Lata upp klokkan 11

Suðuroyar Sparikassi skrivar í tíðindaskrivi, at øll kunnu bjóða at lána, tá Vágs kommuna á Flexfunding um ein góðan tíma, klokkan 11, søkir at hópfíggja í alt 46 milliónir krónur.

Fyri trimum árum síðan søkti Vágs kommuna eisini um fígging á hópfíggingarpallinum.

Lánið varð fíggjað eftir 14 døgum av lokalum borgarum, vinnuligum íleggjarum og Suðuroyar Sparikassa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750