10,6 milliardir krónur útgoldnar í lønum í fjør

10,6 milliardir krónur útgoldnar í lønum í fjør
Lønarútgjaldingar í Føroyum hækkaðu við 3,6 prosentum í fjør. Menn fingu 61,3 prosent av samlaðu lønini
Samlaðu lønarútgjaldingarnar í fjør vóru 10,6 milliardir krónur
Mynd: Savnsmynd  
 
17.01.2022 - 07:16

Fólk í Føroyum fingu 10,6 milliardir krónur í løn í fjør.

Tað eru 3,6 prosent meira enn í 2020.

Í 2020 var vøksturin 2,1 prosent samanborin við í 2019, skrivar Hagstovan.

 

Munur millum kynini

Munurin millum menn og kvinnur minkar.

Í fjør fingu menn 61,3 prosent av lønini.

Í 2020 var talið 62,5 prosent. 

 

34,4 prosent frá tí almenna

Almennar tænastur áttu 34,4 prosent av lønargjaldingunum í fjør.

Í 2020 áttu tær 32,5 prosent.

Privatu tænastuvinnurnar fóru úr 29,3 prosentum upp í 31,4 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652