Seinasta skotið og rotta kann renna millum oyggjar

Seinasta skotið og rotta kann renna millum oyggjar
Sandoyggin er ein av 11 oyggjum í Føroyum, har eingin rotta er
Umhvørvisstovan metir tað illa bera til at forða fyri, at rottan kemur í Sandoynna, nú síðsta skotið í Sandoyartunlinum verður latið av í dag
Mynd: Shutterstock.com  
 
03.02.2022 - 06:21

Í dag verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum.

Í tí sambandi minnir Umhvørvisstovan á, at Sandoyggin er ein av 11 oyggjum í Føroyum, har eingin rotta er. 

Tað er sera umráðandi, at øll, sum senda ella flyta vøru til Sandoynna, ansa eftir, at vøran er væl pakkað og heil, so at eingin rotta fylgir við. 

Eisini er umráðandi, at kommunurnar í oynni støðugt ansa eftir, at eingin rotta er, og hava eina tilbúgving, so tær altíð eru til reiðar at týna rottuna alt fyri eitt, skuldi hon komið til oynna, skrivar Umhvørvisstovan, sum eisini hevur eina vegleiðing og frágreiðing á sínari heimasíðu.

 

Ber illa til at forða rottuni

Tað ber illa til at forða fyri, at rotta sleppur til Sandoynna, staðfestir Umhvørvisstovan. Men tað ber til at minka um vandan. 

Mett verður, at størsti vandin fyri, at rotta sleppur til Sandoynna, er, at hon er í vøru, sum verður flutt til oynna gjøgnum tunnilin ella við skipi. 

Vandi er eisini fyri, at rotta sjálv fer gjøgnum tunnilin.

Eystur- og Sandoyartunlar hava gjørt eina fyribyrgingarætlan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858