Korona: Eingin vandi á ferð

bannari
Korona: Eingin vandi á ferð
Kemur Sjúkrahúsverkið undir trýst, fær landsstýrið tað at vita
Fimm fólk vóru løgd inn á koronudeildina í Havn í gjár og eitt á Tvøroyri.
 
08.02.2022 - 11:40

Í gjár vóru seks fólk innløgd vegna koronu, fimm á koronudeildini í Havn og eitt á Tvøroyri.

13 fólk vóru innløgd við koronu í gjár, harav seks teirra vóru innløgd vegna koronu.

Men eingin vandi er á ferð í Sjúkrahúsverkinum, verður sagt haðani. Heldur ikki, tí nógv starvsfólk hava koronu. 

 

Kunna landsstýrið

Men kemur Sjúkrahúsverkið undir trýst, fær landsstýrið tað at vita. Á koronudeildinu eru átta pláss.

354 nýggir koronutilburðir vóru staðfestir í gjár, tá bara 779 kanningar vóru gjørdar. Góð 45 prosent av royndunum vóru positiv.

Í løtuni eru 4.736 fólk smittað. 24.360 hava havt ella hava koronu í Føroyum.

760.000 kanningar eru nú gjørdar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628