ES fíggjar og útflýggjar vápn til Ukraina

ES fíggjar og útflýggjar vápn til Ukraina
ES stongir nú loftrúmið fyri russiskum flogførum, og fer bæði at fíggja og útflýggja vápn til Ukraina. Tað kunngjørdi forkvinnan í ES-nevndini, Ursula Von der Leyen, í dag
 
27.02.2022 - 20:30

- ES fer fyri fyrstu ferð at hjálpa til við at fíggja keyp og útflýggja vápn til eitt land, sum er álopið, segði Ursula Von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini. 

Harafturat gjørdi hon greitt, at russisk flogfør fara ikki at kunna lenda ella flúgva uppi yvir ES-øki. 

Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, váttaði, at Danmark fer eisini at senda vápn til Ukraina. 

Eisini fer mann at nokta russiskum miðlum atgongd til ES.

- Russia Today og Sputnik, og teirra dótturfelag, fara ikki longur at hava møguleikan at spreiða sínar lygnir fyri at rættvísgera kríggið hjá Putin. Vit eru í holt við at menna amboð til at forbjóða slíkum skaðiligum falstíðindi í Evropa, sigur Ursula Von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini

Nógv mótmæli

Russarar halda fram við at mótmæla á gøtunum ímóti krígnum í Ukraina.

Bara í dag eru yvir 900 fólk handtikin í 43 ymsum býum um alt Russland.

Samanlagt eru 4.000 fólk handtikin í Russlandi orsakað av mótmæli, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. 

Í høvuðsstaðnum, Moskva, er ein stór mongd av løgreglufólkum savnað við Uttanríkismálaráðið, har mótmælistiltøk móti kríggi í Ukraina taka seg upp í jøvnum millumbili.

Umframt mótmælisgongurnar, so eru nógvir russarar savnaðir til minnis um Putin-kritikaran Boris Nemtsov, sum bleiv dripin fyri sjey árum síðani.

Eisini í Keypmannahavn varð mótmælt. 

 

 

Samráðingar millum partarnar

Ukraina og Rusland skulu samráðast við hvítarussiska og ukrainska markið.

Tað upplýsir ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij.

Hann leggur afturat, at tey møtast uttan nakrar treytir. 

Enn er óvist, hvønn ukrainar og russarar senda til samráðingarborðið. 

Ukraina, Russland, Putin

Frítekst tagging: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858