Vit áseta egna makrelkvotu aftur í ár

Vit áseta egna makrelkvotu aftur í ár
Kvotan verður kunngjørd, tá landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina
Makrelkvotan í ár verður ásett fyrsta dagin.
 
17.03.2022 - 11:40

Fyrsta dagin fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at áseta føroysku makrelkvotuna fyri 2022.

Eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina verður kvotan kunngjørd.

Samráðingarnar í London millum strandarlondini um makrelbýtið í 2022 endaðu uttan úrslit í gjár.

Londini eru tó samd um at hittast aftur 10. og 11.mai at samráðast um býtið í 2023.

Og allar vísindaligar kanningar um makrel eru nú samansjóðaðar í eina kanning, sum verður brúkt í mai.

Í vár verða politiskar samráðingar millum Føroyar og Bretland um fisk, har sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og bretski fiskivinnuráðharrin hittast í London ella í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012