Nú eru átta deyð eftir álopið á Kyiv

bannari
Nú eru átta deyð eftir álopið á Kyiv
Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum sigur, at fíggindin heldur fram at leypa á høvuðsstaðin
Sløkkiliðsmenn og bjargingarlið í húsatoftunum eftir álopið á Kyiv, har átta fólk nú hava latið lív.
Mynd: AP  
 
21.03.2022 - 14:01

Talið á deyðum eftir álopið á eitt bústaðar- og handilsøki í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, er nú komið upp á átta, upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, á eini upptøku á sosialum miðlum.

- Ein handilsmiðstøð er brunnin í grund, og seks íbúðarhús, tveir skular og tveir barnagarðar hava fingið skaða, sigur borgarstjórin.

 

Vitalij Klytjko, borgarstjóri í Kyiv. (Mynd: AP)

 

- Átta fólk eru deyð. Fíggindin heldur fram at leypa á høvuðsstaðin, sigur hann á upptøkuni.

Vitalij Klytjko ávarar borgararnar í býnum um ikki at lata vindeygu upp, tí eldurin í handilsmiðstøðini hevur elvt til luftdálking. 

 

Sí video-myndir frá álopinum á Kyiv frá AP-tíðindastovuni her:

 

HANDILSMIDSTOD_NET

 

925 sivilfólk deyð

925 sivilfólk hava latið lív í Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði fyri umleið einum mánaði síðani, sigur mannarættindastovnurin hjá ST. 

1.496 fólk eru særd.

OHCHR sigur, at veruliga talið er helst størri, tí mannarættindastovnurin er ikki førur fyri at vátta talið á deyðum í kringsettum býnum, eitt nú Mariupol.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819