Nicola Sturgeon: "Boris Johnson má leggja frá sær"

Nicola Sturgeon: "Boris Johnson má leggja frá sær"
Skotski fyrsti ráðharrin, Nicola Sturgeon, heldur, at Boris Johnson má leggja frá sær, nú hann fær bót frá politinum, fyri at hava brotið koronulógirnar í Bretlandi
Skál! Rishi Sunak, bretskur fíggjarmálaráðharri, og Boris Johnson, forsætismálaráðharri
 
12.04.2022 - 17:23

Nú er tað greitt, at Boris Johnson er ein av teimum, sum politiið í London fer at geva bót, fyri at hava brotið koronulógirnar, tá hann luttók í veitslum í embætisbústaðinum í Downing Street nummar 10. 

Aftrat Johnson, so hevur bretski fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak, eisini fingið bót fyri at bróta koronulógirnar, umframt kona Boris Johnson, Carrie Johnson.

Sturgeon skrivar á Twitter, at Johnson má leggja frá sær, tí hann hevur brotið lógina og áhaldandi logið fyri parlamentinum um veitslurnar, skrivar Nicola Sturgeon.

12 ymiskar vetslur

Eisini andstøðuleiðarin Sir Keir Starmer, sum er formaður í Labor, sigur eisini í dag, at Johnson má leggja frá sær.

"Johnson og Rishi Sunak hava brotið lógina og logið um tað fyri bretska fólkinum," sigur Sir Keir Starmer sambært The Guardian.

Boris Johnson hevur verið undir hvøssum atfinningum og hørðum politiskum trýsti um veitslurnar, sum eru komnar undan kavi.

Politiið kannar í løtuni ikki færri enn 12 ymsar veitslur í Downing Street fyri brot á galdandi koronureglur, meðan Boris Johnson leingið hevur hildið fast í, at ongar veitslur vóru. Hinvegin hevur hann kallað samkomurnar fyri arbeiðstiltøk.

Í síðstu viku vóru 25 bøtur givnar í samband við veitslurnar, meðan ein dagføring í dag avdúkaði, at nú vóru 50 fólk, sum fóru at fáa bót, og at Boris Johnson og Rishi Sunak nú vóru teirra millum.

Boris Johnson

Frítekst tagging: 

Smáar bøtur

Bøturnar í sær sjálvum eru ikki so stórar, millum 20 og 50 pund. Men tað, sum kann fáa forsætisráðharran í trupulleikar aftur er, at nú hevur politiið kanna hansara leiklut og funnið hann sekan í at hava brotið koronureglurnar í ymiskum tíðarskeiðum. Hetta er annars nakað, ið Boris Johnson áhaldandi hevur víst aftur.

Fyrr í ár var eitt misálit á Boris Johnson upp á tal frá fleiri tinglimum úr konservativa flokkinum, og millum 20-30 konservativir tinglimir hava alment boðað frá, at tey vilja hava nýggjan formann og leiðara í flokkinum.

Enn hevur tað tó ikki verið nóg mikið til at fáa meiriluta fyri misáliti.

Boris Johnson

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584