NSÍ fekk trý sera kærkomin stig

NSÍ fekk trý sera kærkomin stig
Runavíkingar hava verið rættiliga trilvandi í ár, og undan dystinum móti AB lá liðið undir niðurflytingarstrikuni
Fegnir NSÍ-leikarar savnast um dagsins mann hjá runavíkingum, Pætur Hentze
Mynd: Skermmynd, Televarpið  
 
19.04.2022 - 08:36

Tað kom, sum so, ikki nakað ovæntað úrslit í gjár, tá liðini í bestu fótbóltsdeildini møttust. 

Tað var í høvuðsheitum talan um innanhýsis dystir millum topp fimm og botn fimm. 

HB vann við tógvið stríð 3-2 móti einum sera væl kempandi Skála-liði á Skála. 

KÍ vann 3-0 móti 07 Vestur í Djúpumýru í Klaksvík.

B36 smurdi EB/Streym av 5-0 í Gundadali í Havn.

og Víkingur vann 4-0 móti B68 á Svangaskarði á Toftum móti B68. 

 

Skerdar vespur - tamir frensar

Mest spennandi dysturin hetta umfarið var á Argjum, har veingjaskornu vespurnar úr NSÍ vóru á vitjan hjá argjafrensunum úr AB. 

NSÍ hevði undan dystinum verið ein skuggi av sær sjálvum við bert einum sigri og fýra tapum, og einum málmuni sum vísti minus 11 mál. 

Hinvegin vóru eisini nógvir ivaspurningar um AB, sum í ár hevur fingið heldur ivasama eyknevnið Altjóða Bóltfelag, tí felagið hevur fingið tilgongd av einari rúgvu av útlendingum.

Hvussu sterkt er AB-liðið í grundini? Ein sigur og ein javnleikur í fyrstu dystunum søgdu ikki nógv. 

 

Tvey trilvandi lið

AB svaraði heldur ikki í gjár serliga nógvum spurningum við sínum avriki, tí liðið var nærmast slett ikki til staðar í fyrra hálvleiki, har NSÍ slapp at sita á øllum. 

Tá 16 minuttir vóru spældir, var NSÍ longu frammanfyri við tveimum rættiliga meinlíkum málum, sum Pætur Hentze og Klæmint A. Olsen skutu. Bæði málini vóru fløt innlegg úr høgru.

Og tað burdi verið bæði trý og fýra mál á muni, áðrenn farið var til hálvleiks, tí NSÍ vassaði í málmøguleikum. 

Sámal Erik Hentze, AB-venjari, var ikki nøgdur í hálvleikinum, og hann gjørdi tvær útskiftingar, ið alt fyri eitt gjørdu mun. Serliga Agustine Marsico var alt fyri eitt eyðsýndur og gav beinavegin NSÍ-verjuni, ið áðrenn dystin hevði latið ikki færri enn 16 mál inn í fimm dystum, høvudbríggj. 

Hóast NSÍ eisini frá byrjan í seinna hálvleiki hevði kjansir at økja leiðsluna, so fekk AB smátt um smátt fótafestið í NSÍ-hálvuni. Og viðbrekna NSÍ-verjan byrjaði at rista eitt sindur í brókunum.

Fyrst endaði eitt horna í málinum, tá 68 minuttir vóru spælir. Karstin Hansen, sum hevði loyst Tórð Thomsen av í NSÍ-málinum, boksaði nærmast bóltin í egið mál, hóast tað var hin innskiftarin hjá AB, Bartal Petersen, ið stútaði bóltin síðstu sentimetrarnar í málið. 

AB fekk løtu seinni eitt fríspark 20 metrar frá NSÍ-málinum. Allir AB-leikararnir fluttu seg fyri bert 18 ára gamla Gunnari Reynslág, sum við vinstra beini sendi bólti sera hegnisliga beinleiðis í málið. 

 

Vongverji tryggjaði NSÍ sigurin

NSÍ vísti tó, at tað kanska er meira stiril í liðnum, enn tað hevur víst higartil í ár.

Hóast trygga leiðslan brádliga hvarv sum døgg fyri sól, so herjaðu leikararnir á aftur tað, ið var eftir av dystinum. 

Fyrst var høgri vongbakkur Pætur Hentze enn einaferð framvið, men brendi ein risamálmøguleika úr fimm metrum. 

Men tá 87 minuttir vóru spældir, lossaði NSÍ-miðverjin Meinhard Debes Geyti bóltin inn í AB-brotsteigin. Eingin AB-verjuleikari gjørdi líkinda roynd at fáa fatur á bóltinum við tí úrsliti, at 18 ára gamla stórtalentið hjá NSÍ, Beinir Nolsøe, fær fótin á bóltin, ið støkkur til Pætur Hentze. Og hesuferð setir høgri vongverji trygt bóltin í AB-málið við vinstra beininum til endaliga úrslitið 3-2 til NSÍ.  

 

Stigatalvan líkist sær sjálvum

Úrslitini hetta umfarið gera, at stigatalvan byrjar í alt størri mun at líkjast sær sjálvum, nú seks dystir eru leiktir. 

Føroyameistararnir frá í fjør, KÍ, eru á odda við fullum stigatali, sum er 18 stig. HB hevur 14, Víkingur 12, B36 9, EB/Streymur 7, NSÍ 6, 07 Vestur 5, B68 5, AB 4 og aftast er Skála við 2 stigum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010