Næstan líka nógv ferðafólk sum fyri koronu

Næstan líka nógv ferðafólk sum fyri koronu
Í apríl komu og fóru 36.853 ferðafólk um flogvøllin, tey vóru 37.973 í apríl 2019
Korona hevði við sær, at ferðafólkatalið í Vágum minkaði munandi, men nú eru tølini farin at líkjast teimum, sum vóru fyri koronu í 2019. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.05.2022 - 11:47

Nú eru næstan líka nógv ferðafólk á flogvøllinum í Vágum sum í 2019, tað er áðrenn korona kom.

Í apríl vóru ferðafólkini 36.853, tey vóru 37.973 í apríl 2019. 

Talið í apríl í ár er tí 97 prosent av tí, tað var í apríl í  2019.

Higartil í ár eru ferðafólkini góð 83 prosent av tí, tey vóru frá 1.januar til 1.mai í 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652