Leingja sáttmálarnar til á midnátt mánakvøldið

Leingja sáttmálarnar til á midnátt mánakvøldið
Síðani 1. mai hava partarnir longt sáttmálarnar eitt samdøgur í senn.
Georg F. Hansen er formaður í Føroya arbeiðarafelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2022 - 16:16

Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðarafeløgini í Havn og í Klaksvík, hava longt sáttmálarnar til á midnátt mánakvøldið 16. mai.

Tað váttar Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1.mai, og síðani hava partarnir longt sáttmálarnar eitt samdøgur í senn.

Ongar samráðingar verða um vikuskiftið, og nú verða sáttmálarnir longdir til mánakvøldið á midnátt.

Sáttmálakrøvini vóru latin hálvan mars, og fyrsti samráðingarfundur var 7.apríl.
 

Samráðingarnevndin hjá Føroya arbeiðsgevarafelag á Hotel Føroyum, har samráðingarnar eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858