Tekur ofta langa tíð at fráboða kynslig brotsverk

30.05.2022 - 09:12
Aktuelt112
Tekur ofta langa tíð at fráboða kynslig brotsverk
59 fráboðanir um kynslig brotsverk eru skrásettar seinastu fimm árini. Bara 11 teirra eru fráboðaðar innan fyri fimm tímar eftir, at kynsliga brotsverkið skal vera framt.
Verri enn so allar fráboðanir um kynslig brotsverk koma alt fyri eitt til løgregluna
Mynd: Shutterstock.com  
 

Verri enn so allar fráboðanir um kynslig brotsverk koma alt fyri eitt.

Tað vísir eitt yvirlit, sum løgreglan hevur gjørt.

Yvirlitið umfatar tíðina frá 1.januar 2018 til 25.mars í ár.

59 fráboðanir eru skrásettar. Bara 11 teirra eru fráboðaðar innan fyri fimm tímar eftir, at kynsliga brotsverkið skal vera framt.

Níggju vóru fráboðað meira enn ár eftir at brotið skal vera framt.

 

Eingin ákæra í 19 málum

Í teimum 59 málunum eru 17 fólk dømd, fýra eru fríkend og í 19 málum var eingin ákæra.

Í málunum, sum vóru fráboðað meira enn ár seinni, var ein dómur og ein frídøming.

Hóast 59 mál eru fráboðað, kunnu gerningsfólkini og tey, sum siga seg at hava verið fyri kynsligum brotsverki, vera fleiri enn 59, tí skrásettu málini eru 59, og hvørt mál kann umfata fleiri enn eitt fólk. 

Harðasti dómur fyri kynsligt brotsverk frá 2018 til 25.mars á ár er tvey ár og tríggir mánaðir í fongsli.

 

Revsingin verður herd 1. juni

Mikudagin, 1.juni, kemur orðingin um samtykki í gildi í neyðtøkuásetingini í revsilógini í Føroyum.

Lógarbroytingin ger eisini, at revsingin fyri neyðtøku verður herd.

Nýggja ásetingin staðfestir, at samlega við fólk, sum ikki gevur sítt samtykki til tað, er neyðtøka. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. januar
Morgunlestur týsdagur 31. januar 2023
151580
Mánadag 30. januar
Norðurljóð 30.januar 2023
151670
Mánadag 30. januar
Góðan morgun Føroyar 30.01.2023
151664
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430