Skriva nú undir avtaluna um radaran

Skriva nú undir avtaluna um radaran
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, kemur til Føroya í næstu viku
Avtalan um radaran verður undirskrivað í sambandi við ríkisfundin 9. juni.
 
02.06.2022 - 08:17

Avtalan um radaran í Føroyum verður undirskrivað í næstu viku, tá ríkisfundurin verður her.

Tað skrivar Føroyska tíðindastovan í Danmark.

Morten Bødskov, verjumálaráðharri, kemur til Føroya at skriva undir.

Í februar í fjør samtykti fólkatingið at lata 400 mió. kr. til ein radara í Føroyum.

 

Morten Bødskov, verjumálaráðharri, kemur til Føroya at skriva undir radaran. (Ritzau Scanpix)

 

Jenis váttar

Jenis av Rana, landsstýrismaður, váttar sambært Føroysku tíðindastovuni, at avtalan verður undirskrivað í sambandi við ríkisfundin, sum verður 9.juni.

Jenis av Rana vil tó ikki siga, hvat stendur í avtaluni.

Tað kemur undan kavi, tá hon er undirskrivað, sigur hann.

Í sambandi við ríkisfundin hevur nýggja samstarvsnevndin hjá ríkisfelagsskapinum fund í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718