Dýrari at reka landbúnað

Dýrari at reka landbúnað
– Alt er farið upp í prísi, bæði fóður, tøð, olja og alt, sum brúk er fyri í rakstrinum, sigur Siggert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya.
Landbúnaðurin hevur tað tungt, nú prísirnir eru nógv hækkaðir
 
06.06.2022 - 17:48

Oljuprísir, kraftfóðurprísir, kunsttøðprísir og alt annað er blivið millum 25 og 50 prosent dýrari, samstundis sum eingin politiskur vilji tykist vera fyri at rætta landbúnaðinum eina hjálpandi hond.

– Vit hava tosað við landsstýrið í mars, men har var einki at heinta, sigur Siggert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya, ið staðfestir, at landbúnaðurin í grannalondunum fær ein stuðul, ið føroyski landbúnaðurin ikki fær.

Bara fóðurprísurin hækkaði eina krónu 1. mai, sum er ein hækking upp á 40 prosent, so tað merkist hjá føroysku bøndunum á at kalla øllum økjum.

– Einasta, bøndurnir kunnu gera, nú alt er blivið dýrari, er at skrúva upp á prísin, tá ið vørurnar skulu seljast, sigur hann.

Siggert_Patursson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858