ES: Allar fartelefonir skulu hava sama løðara

ES: Allar fartelefonir skulu hava sama løðara
Nýggju reglurnar koma í gildi um tvey ár, men tað dámar Apple lítið
Stendur tað til ES, skal vera eitt slag av løðara til øll sløg av fartelefonum um tvey ár.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.06.2022 - 15:21

Gongst sum ES-londini ætla, skulu allar fartelefonir í framtíðini kunna brúka sama løðara.

Tað skrivar blaðið The Independent. 

Ein nýggj avtala millum ES -ondini skal tryggja, at øll sløg av telefonum skulu brúka eins løðara, sama um tú hevur Apple, Samsung, Huawei ella okkurt annað slag.

Blaðið skrivar, at nýggju reglurnar skulu koma í gildi á heysti í 2024, also um góð tvey ár.

 

USB-C

Sambært uppskotinum frá ES-londunum, skulu nýggju løðararnir vera hava sonevnd USB-C-stikk.

Sambært The Independent,  er tað serliga ein smeitur fyri Apple, og Apple er eisini harðliga ímóti nýggju ásetingunum, sum vera galdandi í ES.

Apple vil haraftrat vera við, at standardiseringin av løðarum fer at minka ferðina av nýmenning.

Umframt at lætta um hjá brúkarum, skulu nýggju ásetingarnar eisini vera við til at minka um elektroniskt burturkast.

 

Ikki bert fartelefonir

Ásetingarnar um standard løðarar fevna tó nógv breiðari enn bert fartelefonir, tí tær vera eisini galdandi fyri teldlar, øll sløg av smátalarum og headsettum, hátalarum, myndatólum, knappaborð og so framvegis.

Farteldir skulu eisini gerast, so tær brúka USB-C løðarar, men har fáa framleiðararnir longri friest, til 2027.

Við nýggju ásetingunum um standard løðarar, væntar ES, at minka um elektroniska burturkasti við 11 túsund tonsum um árið.

Sambært ES, brúka evropearar hvørt ár umleið 2,4 mia evrur til at keypa nýggjar løðarar til telefonir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887