Arbeiðsbólkur: Føroyar verða ikki grønar í 2030

Arbeiðsbólkur: Føroyar verða ikki grønar í 2030
Arbeiðsbólkurin verður mælt til eitt nýtt atferðarbroytandi CO2-avgjald, sum grannalondini hava. Tað skal koma í staðin fyri oljuavgjøldini
Grøni bólkurin mælir til beinanvegin at kanna, hvussu elskipanin kann umskipast, so privatar fyritøkur kunnu framleiða meira grøna orku.
 
14.06.2022 - 15:29

Føroyar skulu verða grønari og burðardyggari.

Tað krevur eina burðardygdarstrategi.

Og ein partur av henni er at ásanna, at Føroyar ikki verða grønar á landi í 2030, sum upprunaliga ætlað.

Tað heldur Hendrik Egholm, sum hevur verið formaður í grøna arbeiðsbólkinum í Vakstrarforum:

 

1533462

 

Hendrik Egholm hevur verið formaður í grøna bólkinum í Vakstrarforum.

 

CO2-avgjald avloysa oljuavgjaldið

Tað er skynsamt, moralskt rætt og umráðandi at fáa eitt grønari samfelag, verður sagt.

Í frágreiðingini "Grønari hinumegin" verður mælt til at fáa eitt atferðarbroytandi CO2-avgjald, júst sum í grannalondunum.

CO2-avgjaldið skal avloysa oljuavgjøldini.

Inntøkurnar skulu so markast til at skunda undir grøna skiftið.

Eisini verður mælt til beinanvegin at kanna, hvussu elskipanin kann umskipast, so privatar fyritøkur kunnu framleiða meira grøna orku.

Orkan skal flytast gjøgnum netið hjá SEV fyri at fremja kapping og innovatión.

Herfyri var semjuskjal annars undirskrivað um bygnaðin á elorkuøkinum:

 

1533468

 

Styrkja eftirlitið

Frágreiðingin snýr seg um burðardygd í breiðum høpi.

Viðvíkjandi umhvørvisligari burðardygd er eitt av tilmælunum at styrkja eftirlitið við fiskiskapi.

Tað er fyri at tryggja, at allar reglur verða hildnar:

 

1533467

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584