Lata væl at sjóvarfalsdrekanum í Vestmannasundi

23.06.2022 - 08:21
AktueltSamfelag
Lata væl at sjóvarfalsdrekanum í Vestmannasundi
Íðunn framleiðir streym á 40 metra dýpi
Royndirnar við sjóvarfalsdrekanum ganga eftir ætlan, sigur SEV.
 

Fyritøkan Minesto, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, letur væl at nýggja sjóvarfalsdrekanum, sum hevur verið royndur síðani miðskeiðis í mai.

Sjóvarfalsdrekin, Íðunn, fór beinanvegin at framleiða elorku inn á netið hjá SEV, og royndin hevur higartil gingið eftir ætlan.

Í løtuni verða onkrar stillingar gjørdar á sjóvarfalsdrekanum, sum framleiðir streym á 40 metra dýpi, sigur SEV.

Umframt elframleiðsluna umfatar royndarkoyringin eisini aðra útgerð, sum til dømis tjóður og tjóðurskipanina.

Eitt upptøkutól er sett á drekan, so til ber at hava eftirlit við, hvussu tjóðrið roynist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750