Nevndin fyri Stórhøllina er vald

Nevndin fyri Stórhøllina er vald
Tórshavnar býráð hevur valt Heðin Mortensen og Anniku Olsen
Annika Olsen, býráðslimur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eru vald at umboða Tórshavnar býráð í nevndini fyri Stórhøllina.
 
23.06.2022 - 11:05

Nevndin í sjálvsognarstovninum Føroya Arena er vald.

Tórshavnar býráð hevur valt Heðin Mortensen og Anniku Olsen.

Fyri Vinnuhúsið er Bergur Poulsen í nevndini, fyri Visit Faroe Islands Guðrið Højgaard, og ÍSF hevur valt Elina Heðinsdóttur Joensen.

Varalimir eru Annfinn Brekkstein, Gunvør Balle, Esther Dahl, Annleyg Lamhauge og John Kjær.

25 mió. kr. aftrat

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at lata 25 mió. kr. aftrat til Stórhøllina. 

Niels Mortensen, sum sjálvur fimti hevur útvegað privatar íleggjarar til Stórhøllina, sigur, at fyrsta dagin verður kunngjørt, hvørjir hesir íleggjarar eru.

Privati parturin er okkurt um 110 mió. kr.

 

Føroya Arena verður mett at kosta 243 mió. kr. Privati parturin er umleið 110 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652