G7-londini herða tiltøkini móti Russlandi

bannari
G7-londini herða tiltøkini móti Russlandi
Vesturheimurin hevur sett strong tiltøk í verk móti russiska vápnaídnaðinum eftir innrásina í Ukraina, men nú skulu tiltøkini herðast uppaftur meira
 
27.06.2022 - 16:17

G7-londini herða nú tiltøkini móti russiska vápnaídnaðinum. Tað sigur umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Vesturheimurin hevur sett strong tiltøk í verk móti russiska vápnaídnaðinum eftir innrásina í Ukraina, men nú skulu tiltøkini herðast uppaftur meira, sigur USA.

- G7-londini fara at tillaga og víðka tiltøkini enn meira fyri at avmarka atgongdina hjá Russlandi til vesturlendska tøkni, sum russiski vápnaídnaðurin kann brúka, siga Hvítu Húsini í Washington.

USA lovar samstundis at raka flutningskervið hjá russisku verjuni meint, og at avmarka møguleikarnar hjá Russlandi at endurnýggja hernaðarútgerð, sum landið hevur mist undir harðrenda krígnum, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652