Nýggj stjórn í BankNordik

Nýggj stjórn í BankNordik
Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik, og Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum.
Mynd: BankNordik  
 
27.06.2022 - 10:29

Nevndin í BankNordik boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik eftir Árna Ellefsen. Harumframt verður Heini Thomsen nýggjur stjóri í samtakinum. 

Í apríl í ár segði Árni Ellefsen seg úr starvi sum forstjóri. Hann heldur kortini fram sum forstjóri, væntandi til eftir at ársroknskapurin fyri 2022 er kunngjørdur. Tá tekur Turið F. Arge yvir. 

- Bankin hevur í dag tríggjar stjórar, har tann eini er skrásettur stjóri. Framyvir verður tað soleiðis, at bankin fer at hava tveir skrásettar stjórar, segði Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í samtakinum við útvarpið í morgun. 

Frá 1. juli 2022 eru Árni Ellefsen, forstjóri, Turið F. Arge, stjóri og Heini Thomsen, stjóri í stjórnini í BankNordik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851